Súrrómin 20 % dýrari

Súrrómin 20 % dýrari
MBM hevur minkað um nøgdina í súrrómabikørunum uttan at lækka prísin samsvarandi.
18.08.2017 - 20:46

"Tað er ópraktiskt og ein duld príshækking, at nøgdin í súrrómabikørunum er minkað úr 250 grammum niður í 200 gram, uttan at prísurin er lækkaður samsvarandi". Tað heldur forbrúkari.

"Tey gomlu bikøruni elvdu til truplulleikar í framleiðsluni, og tí varð neyðugt at fáa nýggj", sigur Valborg H. Laksafoss sølu- og marknaðarleiðari hjá MBM.  

Hon leggur aftrat, at tað er kostnaðarmikið at gera broytingar í framleiðsluni, og tí hevur MBM ikki lækkað prísirnar á súrróma samsvarandi við minkingina av nøgdini. Men MBM ger javnan prístillagingar, og fer at kanna um til ber at lækka prísin.

Av misgávum, kom hendan síðsta orðingin ikki við í innslagið í Deg og Viku í gjárkvøldið. Tað er nú rættað, og vit umbera mistakið.  

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523