Fann friðin á sjónum

Fann friðin á sjónum
Niels Jacob Heinesen valdi at blíva útróðrarmaður aftaná greið boð frá læknanum um at steðga á og hugsa um seg sjálvan.
 
09.09.2026 - 11:10

Niels Jacob Heinesen sat ein morgunin hjá læknanum, eftir at hava merkt, at kroppurin og sinni royndi at fortelja honum okkurt. Hann hevði seinastu tíðina selt hús, keypt nýggj hús og ikki duga nóg væl at siga nei til nógvar aðrar uppgávur í sínum starvi.

Hetta førdi við sær, at kroppurin segði frá, og boðini frá læknanum vóru greið: Hann mátti steðga á og hugsa um seg sjálvan. Niels Jacob kundi antin grava eina veit, fara at fiska síl ella fara til sálarfrøðing.

Hann valdi sjólívið.

Niels Jacob fór at rógva út við bátinum hjá versoninum, og tað vísti seg beinanvegin at gera stóran mun. Tað, sum byrjaði sum ein roynd at fáa frið og luft í høvdið, er síðani vorðið nýtt livibreyð hjá 59 ára gamla Niels Jacob Heinesen. Í morgunsendingini greiðir hann frá sínari søgu.

Samrøðan kann hoyrast her:

a_2020-5_SITE01

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860