Fólksins lóg er vavd upp í ein ellubita

bannari
Fólksins lóg er vavd upp í ein ellubita
Kjakið um stjórnarskipanina er farið fullkomiliga av sporinum. Tað sigur maðurin handan stjórnarskipanaruppskotið, Jóan Pauli Joensen.
Savnsmynd
Nú er nokk tosað, málið skal enda, heldur Jóan Pauli Joensen
18.08.2017 - 19:42

Stjórnarskipanin er vorðin ein politisk suppa. Tað heldur Jóan Pauli Joensen, sum í 1999 var formaður í nevndini, sum gjørdi uppskot til føroyska grundlóg ella stjórnarskipan, sum arbeiðið seinni kallaðist.

- Fólk eru ráðaleys av teimum politisku signalunum, heldur hann.

Uppskotið til stjórnarskipan varð sent til almenna hoyring á ólavsøku og síðani er alt vavt upp í ein ellubita, men nú er nokk tosað, heldur grundlógarformaðurin, málið skal enda - og fólkaatkvøðan skal haldast. So má úrslitið verða, sum tað verður.

Freistin at gera viðmerkingar til stjórnarskipanina er úti um eina viku, fríggjadagin 25. august. Uppskotið kan lesast her.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952