- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bíða enn eftir landsstýrinum
Bíða enn eftir landsstýrinum
Limir í Fíggjarnevndini ótolnast eftir eykajáttaruppskotinum til Landsjúkrahúsið, sum skuldi koma eftir ólavsøku.
31.08.2018 - 19:58
Í juni varð Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum kallað saman í feriutíð, tí Landssjúkrahúsinum tørvaði pengar.
Umbønin í Fìggjarnevndarskajlinum var 10 milliónir krónur.
Men fíggjarnevndin játtaði bara 7 av teimum, sum vóru oyramerktar til ein rokning fyri viðgerðir uttanlands.
Mælt var til, at landsstýriskvinnan fór við eini eykajáttanarumbøn í Løgtingið.
Men uppskotið er ikki komið enn.
Arbeiða við málinum
Sambært Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, so verður arbeitt við málinum, og væntandi verður uppskotið lagt fram á næsta tingfundi.
Hon vil ikki gera samrøðu við sjónvarpið, meðan tað verður arbeitt við málinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


















