- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gott at landið heldur aftur við íløgum
Fíggjarlógin leggur upp til ein rakstrarvøkstur á 2.6% komandi árið. Ein varislig meting, sambært Sverra Hansen, formanni í Búskaparráðnum.
Men talið skal verða hægri, sigur andstøðan, tí samgongan hevur flutt útreiðslur av grundarupphæddini yvir á samhaldsfasta, og tí eigur tað í veruleikanum at síggjast aftur á útreiðslunum.
Nei, sigur Kristina Háfoss. Samhaldsfasti er partur av eftirlønarskipanini, ið liggur uttanfyri fíggjarlógina.
Búskaparráðið hevur eisini roknað samhaldsfasta við í útreiðslum hjá landinum í síni frágreiðing, men Sverri Hansen fæst ikki at siga, hvørt fíggjarlógin eigur at taka tølini við í sinum rakstrarútreiðslum.
Fíggjarlógin tekur einans atlit til tað, ið landið hevur beinleiðis ræði á. Í tí størri búskaparmyndini, har kommunur, almennar fyritøkur, grunnar og annað eisini eru tikin við, er landið ein somikið lítil partur, at tað skulu størri tøk takast fyri at loysa størru avbjóðingarnar, sigur formaðurin í Búskparráðnum.


















