Høgni Hoydal bakkar enn eina ferð

bannari
Høgni Hoydal bakkar enn eina ferð
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, bakkar enn einaferð í málinum um veiðugjøld á makrel, svartkjaft og norðhavssild
13.12.2018 - 19:37

Hetta er triðu ferð, at landsstýrismaðurin má bakka, tí undirtøka ikki er í samgonguni fyri uppskotinum. Hann mátti tí seinnapartin leggja fram uppskot um at longja verðandi skipan.

Høgni Hoydal er eisini bakkaður í málinum um at fáa kvotur í gildi ístaðin fyri fiskidagar 1.januar. Undirtøka er heldur ikki fyri hesum í allari samgonguni.

Tí legði Høgni Hoydal fram uppskot í dag um at longja verðandi skipan. Enn er ikki greitt nær tað málið verður viðgjørt í løgtinginum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652