Friðurin í Kiel 1814: Eingin áhugi fyri Norðuratlantisku oyggjunum

Friðurin í Kiel 1814: Eingin áhugi fyri Norðuratlantisku oyggjunum
Danmark, sum kom á tapandi fronsku síðuni í Napoleonkrígnum í 1807, slapp einans at varðveita Føroyar og hinar Norðuratlantisku oyggjarnar, tí eingin áhugi var fyri teimum
 
28.05.2025 - 20:00

SKRIVAÐ OG LISIÐ:
Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur og professari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya 

 

1723810

 

Í Dänische Strasse í Kiel hittust tríggir máttmiklir samráðingarmenn í januar í 1814.

Á einum minnissteini í gøtuni ber í dag til at lesa, at í Buchwaldschen Hof í nevndu gøtu skrivaðu Bretland, Danmark og Svøríki undir friðarsáttmála 14. januar í 1814, har Danmark lat Noregi frá sær til Svøríki. 

Handan orðini fjalast lagnur, sum ikki eru umrøddar í tekstinum á minnissteininum. 

Í hesum sama friðarsáttmála í Kiel varð í seinastu løtu staðfest, at eitt undantak skuldi setast inn í tekstin, sum staðfesti, at tey trý gomlu norsku skattlondini, Ísland, Føroyar og Grønland, skuldu vera verandi saman við Danmark. 

Síðan hava søgufrøðingar kjakast um, hvørjar grundir mundu vera til hetta undantakið. 

 

Vistu ikki at oyggjarnar vóru norskar

Summi hava hildið, at svenski samráðingarleiðarin, Gustaf Wetterstedt, ikki visti, at oyggjarnar vóru norskar, og at Edmund Bourke, danski samráðingarleiðarin, gagnnýtti hesa vantandi vitan til at fáa oyggjarnar undir donsku krúnuna. 

Onnur hava hildið, at Svøríki ongan áhuga hevði í Norðuratlantisku oyggjunum. 

Uppaftur onnur hava hildið, at tað var bretski samráðingarleiðarin Edward Thornton, sum syrgdi fyri, at oyggjarnar ikki komu saman við einum sterkum Svøríki-Noregi, sum kundi blivið ein hóttan móti bretskum yvirharradømi í Norðuratlantshavinum. 

Samtíðarkeldurnar siga frá eini aðrari og mera sannlíkari søgu. 

 

Gloymdi at nevna Føroyar

Í samtíðarkeldunum er tað okkurt, sum bendir á, at svenski samráðingarleiðarin ikki visti, at hesar oyggjar høvdu verið norskar.

Lítið bendir eisini á, at bretar ella sviar ynsktu at fáa oyggjarnar, ella at Danmark, hvørs lagna lá í hondunum á Bretlandi, gagnnýtti ella kundi havt gagnnýtt hesa vitan til at villleiða sviar og bretar. 

Oyggjarnar vóru, sum danski søgufrøðingurin Ole Feldbæk sannførandi hevur víst á, ongantíð partar av svensku krøvunum, sum einans fevndu um amtini á norska meginlandinum – t.e. fastlandsnoregi. 

Og tá svenski uttanríkisráðharrin beint eftir samráðingarnar viðmerkti tær Norðuratlantisku oyggjarnar, so upplýsti hann fyrst, hvussu lítlan týdning oyggjarnar høvdu. Hann vísti tó á, at tær norðuratlantisku oyggjarnar kanska kundu havt ávísan týdning fyri keypmenninar í Gøteborg, meðan hann gloymdi at nevna Føroyar – meira enn eina ferð. 

 

Yvirmett hernaðarliga týdningin

Ongar kendar samtíðarkeldur eru, sum benda á, at bretar í 1814 høvdu áhugað í Norðuratlantisku oyggjunum. 

Okkurt kundi sostatt bent á, at seinni søgufrøðingar, sum skrivaðu um Friðin í Kiel undir kalda krígnum, tá Norðuratlantshavið hevði fingið stóran hernaðarligan týdning fyri eystur og vestur, hava yvirmett hernaðarliga týdningin, sum hesar oyggjar høvdu fyri evropeisk stórveldi í 1814. 

Hvørki bretar ella sviar høvdu serligan áhuga fyri at lima inn tær norðuratlantisku oyggjarnar í 1814, tá tey hernaðarligu áhugamálini í høvuðsheitum knýttu seg at evropeiska meginlandinum. 

 

Noregi vildi hava Føroyar aftur

Tá eitt máttleyst Danmark, sum kom á tapandi fronsku síðuni í Napoleonkrígnum í 1807, fór á húsagang í 1813 og kundi verið oyðilagt í 1814, slapp at varðveita tær Norðuratlantisku oyggjarnar í 1814, so er mest sannlíka frágreiðingin, at eingi av stórveldunum vóru áhugaði í hesum oyggjum. 

Undantakið, sum varð sett inn í sáttmálan út á náttina var eftir øllum at døma bert ein nágreining av nøkrum, sum partarnir frammanundan vóru samdir um. 

Eftir Friðin í Kiel kravdi Noregi, sum ikki varð tikið við uppá ráð í samráðingunum, at fáa oyggjarnar aftur frá Danmark, men tá var tað vorðið ov seint. 

Nágreiningin í sáttmálanum hevði beinleiðis sett forðingar í vegin fyri norsku krøvunum. 

 

Hvat: Brot úr Føroya søgu
Hvar: Í Góðan morgun Føroyar og á KVF Ljóð
Nær: Hósmorgnar ella tá tað passar tær á KVF Ljóð 

Brot úr Føroya søgu er samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og Kringvarp Føroyar um, at søgutátturin "Brot úr Føroya søgu" er fastur partur av morgunsendingini Góðan morgun Føroyar hvønn hósdag. Í táttinum verður sjóneykan sett á serstakan persón, hending, lut ella annað úr søgu okkara.  

Hans Andrias Sølvará er professari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hann er søgufrøðingur og hevur verið í starvi á Setrinum síðani 2009, fyrst sum adjunktur, men seinni sum lektari. Hans Andrias Sølvará bleiv útnevndur professari í søgu í oktober 2019. Inntil januar 2024 var hann dekanur á Søgu- og samfelagsdeildini, og frá juli í 2024 hevur hann verið útbúgvingarleiðari á Master á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. desember
PLÁTUPANELIÐ #34 (1980)
201137
Leygardag 6. desember
Jambalaja - 061225
201123
Leygardag 6. desember
Vikan 6. desember 2025
201115
Leygardag 6. desember
Upp á tá - 051225
201113
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139
Leygardag 6. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201114
Fríggjadag 5. desember
Veðrið
201099
Fríggjadag 5. desember
HM25: Montenegro - Týskland
201067
Fríggjadag 5. desember
HM25: ísland - Spania
201066