Eingi grøn krøv til nýggjar bussar

Eingi grøn krøv til nýggjar bussar
Bygdaleiðir eru bodnar út, men longu nú er greitt, at bussarnir eisini næstu árini fara at brúka dieselolju
18.02.2019 - 19:58

Eigur landið at ganga á odda í umleggingini til grøna orku?

Spurningurin er viðkomandi, tí Strandferðslan bjóðar í hesum døgum út allar Bygdaleiðir næstu sjey árini.

Og hóast krøvini til bussar og koyring eru mong, so fara bussarnir hjá Bygdaleiðum eisini næstu sjey árini at brúka dieselolju.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, harmast um, at grøn krøv ikki eru sett í útbjóðingartilfarinum, og hon hevur gjørt Strandferðsluna og landsstýrismannin í samferðslumálum vart við spurningin.

Hoyr, hvat Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, sum varðar av Strandferðsluni, sigur um málið. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329