Hondbóltslandsliðið komið til Danmarkar

Hondbóltslandsliðið komið til Danmarkar
Nú verða seinastu dystirnir í EM-undankappingini í manshondbólti hjá Føroyum spældir
12.06.2019 - 14:51

Í annaðkvøld spæla okkara menn móti Montenegro í Farum Arena, og sunnudagin stendur dysturin móti donsku heimsmeistarunum í Gigantium í Aalborg.

Føroyska manshondbóltslandsliðið hevur vant dúgliga saman í seinastuni uppundir hesar dystirnar. Allir spælarar - eisini útisetarnir - hava verið savnaðir á venjingarlegu í Føroyum. Og tíðliga í morgun gekk leiðin so til Danmarkar. 

Ein broyting mátti gerast í evstu løtu. Bakskjúttin, Hilmar Leon Jakobsen, úr H71, hevur fingið ein løst í lærkrikanum, og er tí ikki mentur at spæla móti Montenegro og Danmark. Eirikur Simonsen, sum var á føroyska liðnum í dystunum móti Ukraina í apríl, verður tí við aftur til hesar seinastu dystirnar sum avloysari fyri Hilmar Leon Jakobsen.

Kringvarpið er við á ferðini hjá føroyska hondbóltslandsliðnum í Danmark. Meðan bíðað var eftir viðførinum í floghavnini í Kastrup fyrrapartin hittu okkara menn føroyska venjaran, Sonna Larsen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815