G! 2026: "Í vetur hoyrdu fólk í Syðrugøtu malagrót, tá tey løgdu seg"

G! 2026: "Í vetur hoyrdu fólk í Syðrugøtu malagrót, tá tey løgdu seg"
Høgni Lisberg, tónleikstjóri, er væl nøgdur við ársins skrá, hóast nógvar óvæntaðar avbjóðingar. Sandurin sær eisini gott út, hóast hann var nærmast burtur í vetur
16.07.2026 - 16:05

G! festivalurin er farin av bakkastokki. Klokkan 16 byrjaði sjónleikurin "Upphav" í Fjósinum, sum er fyrsta almenna tiltakið á G! festivalinum 2026. 

Hóast festivalurin hevur upplivað avbjóðingar, eitt nú við andlátinum hjá altjóða høvuðsnavninum, Oliver Tree úr USA, so letur Høgni Lisberg, tóleikastjóri, væl at skránni og festivalinum. 

"Vit hava ikki áður roynt, at tónlistafólk doyggja undan okkum, so tað var ein stórur sorgarleikur, tí tað var ein ungur maður, ið fór frá okkum. Men annars eri eg væl nøgdur við skránna í ár."

Høgni Lisberg nevnir serliga fyrstu konsertina á Sandinum við Dan Olsen, sum nakað serligt. 

"Dan Olsen hevur ikki spælt í Føroyum síðani 2015, so tað verður spennandi at hoyra hann. Vit royna at gera fyrstu konsertina á Sandinum til nakað serligt. Í fjør var tað Beinir, ið fekk heiðurin, og í ár er tað Dan Olsen. Eg haldi eisini, at fólk taka væl ímóti hesum."

Sandurin í Syðrugøtu hevur verið óvanliga lítil upp undir G!. 

“Í vetur var sandurin í so lítil, at fólk í Syðrugøtu hoyrdu malagrót, tá tey løgdu seg at sova um kvøldið. Men nú sær hann gott út, og tey átøk, ið vit hava gjørt, hava hjálpt."

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846