Hotel Skálavík letur aftur

Hotel Skálavík letur aftur
Hotel Skálavík letur aftur næsta ár, eftir at semja ikki fekst um nýggjan leigusáttmála
05.09.2019 - 20:04

Hotel Skálavík letur aftur næsta ár, eftir at semja ikki fekst millum Smyril Line-samtakið og Immanuel Grunnin, sum eigur bygningarnar, um nýggjan leigusáttmála.

Skálavíkingar harmast um at Hotel Skálavík skal lata aftur 31. mars í næsta ár. Leiðslan á hotellinum heldur somuleiðis at tað er spell, at hotellið skal lata aftur, men tey síggja onga aðra loysn, sum nú er.

Smyril Line-samtakið hevur síðani 2015 leigað bygningarnar í Skálavík, har Hotel Skálavík heldur til. Bygningarnar eigur Immanuel Grunnurin, og tað eru hesir báðir partarnir, ið skuldu røkka eini semju um raksturin av hotellinum. Hetta eydnaðist ikki.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329