Vil finna varandi staðseting til tjóðleikhús

Vil finna varandi staðseting til tjóðleikhús
Tórshavnar kommuna arbeiðir framvegis við at finna nýggja staðseting til nýtt tjóðleikhús, nú smá tvey ár eru liðin, eftir at býráðið samtykti at finna aðra staðseting
26.10.2026 - 20:24

Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Elsa Berg, sigur, at gongd enn er í málinum um staðseting av nýggjum tjóðleikhúski.

- Tað er enn ætlanin, at gera nýggjan tjóðpall, og Tórshavnar kommuna vil meiri enn fegin vera vertur fyri einari slíkari staðseting og bjóða einum tjóðpalli vælkomnum. Tíverri hevur tað ikki borið til at finna eina endaliga staðsting enn, men tað er nakað, sum vit framvegis arbeiða við.

Gamla meiraríðið, har Tjóðpallurin hevur hildið til síðan 2004, er í løtuni undir umvæling.

Ein staðseting og onnur
Í fleiri ár hevur verið arbeitt við at smíða nýggjan tjóðpall. Og í mars 2021 var komið so langt, at ein dómsnevnd hevði gjørt av, at Tjóðleikhúsið skuldi staðsetast á Bursatanga. Septembur árið eftir vunnu MAP-arkitektar eina kapping um, hvussu nýggja húsið skuldi síggja út.

Men soleiðis bleiv tað ikki. 12. desembur 2024 samtykti Tórshavnar býráð at finna aðra staðsting enn á Bursatanga.

- Í løtuni liggur tað á okkum at finna fram til eina staðseting, og fremst í mínum huga er, at vit fram um alt mugu hava eina staðseting, sum hevur tyngt, og sum verður verandi, og ikki aftur verður broytt. Tað vil siga, at vit mugu hava eina vælgrundaða staðseting, sum hevur ein breiðan, sera breiðan, uppbakning.

Sí innslag úr Degi og viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672