Kvinnur fáa minni í pensjón

Kvinnur fáa minni í pensjón
Kvinnur fáa áleið 10 prosent minni í pensjón útgoldið mánaðarliga frá stóru pensjónsfeløgunum. Orsøkin er, at kvinnur liva longri
19.01.2020 - 09:20

Tann pensjónin, sum kundar hjá Lív og Betri Pensjón sjálvi hava spart upp, verður útgoldin í trimum. Fyrst fáa allir pensjónistar 15 prosent útgoldið sum eingangsupphædd, tá ið tey koma um pensjónsaldur. Síðani verður ein partur útgoldin yvir 10 ár.

Hesir báðir partar av pensjónini eru neyvt tað sama fyri bæði kynini.

Men tey seinastu 45 prosentini, sum øll fáa útgoldið sum lívrentu til tey doyggja, gera mun á kynunum. Tí har fáa kvinnur 10 prosent minni útgoldið enn menn. Orsøkin er, at kvinnur væntast at liva longri.

 

Sí innslag frá Degi og Viku fríggjakvøldið við at trýsta á pílin á myndini.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037