Serskattur uppá 35 prosent

Serskattur uppá 35 prosent
Fyrsta viðgerð av skattalógini verður í tinginum í morgin
Søla av veiðirættindum skal skattast hart
14.05.2020 - 20:04

Tá lógin um sjófeingi bleiv broytt á jólum, og keyp og søla av veiðirættindum skuldi loyvast, varð sagt, at ein skattaskipan skuldi setast í verk áðrenn. Og fleiri samgongutinglimir søgdu tá, at søla av veiðirættindum skuldi skattast sera hart.

Men hyggja vit eftir lógaruppskotinum, sum nú er komið í tingið, sæst, at eyka skatturin, sum feløg rinda fyri at selja veiðirættindi víðari til onnur, er 35 prosent.

Vit hava roynt at fingið viðmerking frá Jørgeni Niclasen, fíggjarmálaráðharra, Magnusi Rasmussen, formanni í Fíggjarnevndini, og Johan Dahl, næstformanni í Vinnunevndini, men teir vilja ikki gera samrøðu við Kringvarpið í dag.

Fyrsta viðgerð av skattalógini verður í tinginum í morgin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Kvørnin: "Future Sports", Baldur
209322
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207