- Tíðindi, mentan og ítróttur
Foreldur: Almannaverkið fylgir ikki niðurstøðuni hjá umboðsmanninum

Foreldur og avvarðandi kenna seg slept upp á fjall av Almannaverkinum, eftir at Løgtingsins umboðsmaður í apríl gav Almannaverkinum eina álvarsliga átalu í máli um eitt barn, sum fekk sítt umlættingartilboð flutt úr Eirargarði í Havn til Sands.
Umboðsmaðurin staðfesti, at Almannaverkið ikki hevði fylgt røttu fyrisitingarligu mannagongdini, tá avgerðin varð tikin at flyta tilboðið til Sands. Millum annað varð víst á, at foreldrini ikki vóru hoyrd, og at eingin grundgeving ella kæruvegleiðing varð latin.
Tískil heitti umboðsmaðurin á Almannaverkið um – í fyrstu atløgu – alt fyri eitt at skipa fyri, at barn klagarans fekk eitt fyribils umlættingartilboð og í heila tikið eina tænastu, ið var meinlík henni, ið barnið áður hevði.
Sambært mammuni, sum klagaði til Løgtingsins umboðsmann, so hevur Almannaverkið framvegis ikki fylgt tí mest átrokandi partinum av niðurstøðuni hjá umboðsmanninum.
– Nú, sjey vikur seinni, tykist greitt, at Almannaverkið bert fyriheldur seg til tað, sum umboðsmaðurin nevnir “í aðru atløgu”, meðan tey ikki fylgja fyrstu og átrokandi áheitanini um eitt umlættingartilboð, sum er meinlíkt tí, sonur mín hevði áður, skrivar mamman, sum ynskir at vera ónevnd.
Fingið bjóðað sama tilboð umaftur
Í aðru atløgu bað umboðsmaðurin Almannaverkið um skjótast gjørligt at meta um, við barnsins besta fyri eyga, um nýggja umlættingartilboðið kundi roknast sum vanlig rakstrarfyrisiting, ella um talan var um eina fyrisitingarliga avgerð, sum kravdi rætta mannagongd.
Kortini hevur familjan nú í hesi vikuni fingið boð um, at Almannaverkið aftur ætlar at veita umlætting á Virknis- og umlættingardeplinum á Sandi – sum er júst tað tilboðið, sum varð klagað um.
Mamman sigur, at hetta ikki er ein trygg loysn, tí sonurin hevur álvarslig epilepsiherðindi, meðan hann svevur.
– Tey halda fast við, at sonur mín skal fáa umlætting á Sandi, hóast tað ikki er ein realistisk og trygg loysn orsakað av hansara vandamiklu epilepsiherðindum, sum hann fær, tá hann svevur, skrivar hon.
Hon heldur eisini, at málið hevur størri týdning enn bara fyri teirra familju.
– Eg eri stúrin um tað prinsipella í, at ein almennur stovnur tykist velja partar av einari niðurstøðu frá Løgtingsins umboðsmanni til og frá. Tað skapar eina sera óhepna fordømi fyri framtíðar mál og álitið á skipanina, skrivar mamman.
Stjórin í Almannaverkinum, Hjørdis S. Mortensen, vil heldur ikki gera bandaða samrøðu við Kringvarpið í dag, men skrivar í stuttum boðum:
– Sum vit áður hava víst á, so tekur Almannaverkið niðurstøðuna hjá Løgtingsins umboðsmanni til eftirtektar. Almannaverkið er í tilgongdini og samskiftir við viðkomandi partar, skrivar stjórin.
Kringvarpið vildi annars hava stjóran í Almannaverkinum at svara hesum spurningum:
• Hvat hevur Almannaverkið gjørt fyri at fylgja áheitanini frá umboðsmanninum um eitt fyribils umlættingartilboð?
• Foreldur siga, at tilboðið á Sandi ikki er trygt, m.a. vegna epilepsiherðindi hjá einum barni. Er Almannaverkið samt/ósamt í hesum?
• Hví heldur Almannaverkið fast við tilboðið á Sandi, tá foreldur siga, at tað ikki riggar?
• Hevur familjan/familjur fingið onnur umlættingartilboð síðani niðurstøðuna hjá umboðsmanninum?
• Heldur tú, at Almannaverkið hevur fylgt niðurstøðuni hjá umboðsmanninum nóg væl?
Hvat Almannaverkið tekur til eftirtektar í niðurstøðuni hjá umboðsmanninum er torført at fáa eyga á, tí, sum áður nevnt, einki fyribils umlættingartilboð er bjóðað barninum, sum – síðan umlættingartilboðið flutti úr Eiragarði í Havn til Sands – ikki hevur havt nakað umlættingartilboð yvirhøvur.
– Líka síðan umlættingartilboðið flutti til Sands, so hava vit í eitt hálvt ár havt fleiri svøvnleysar nætur, tí sonurin svevur nú altíð heima, og vit hava ongar møguleikar til umlætting sum áður, sigur mamman.
Onnur foreldur í somu støðu
Í svari til ein grein 52a-fyrispurning frá Ruth Vang hevur landsstýriskvinnan í almannamálum, Margit Stórá, upplýst, at Almannaverkið nú arbeiðir við at taka eina nýggja fyrisitingarliga avgerð í málinum.
Samstundis verður mett um, hvørt onnur børn, sum eisini hava fingið umlættingartilboð flutt til Sands, eiga at fáa somu viðgerð.
Kringvarpið hevur verið í samband við onnur foreldur, sum eru í somu støðu, og tey siga, at tey heldur einki fyribils umlættingartilboð hava fingið bjóðað, hóast Løgtingsins umboðsmaður hevur heitt á Almannaverkið um alt fyri eitt at skipa eitt fyribils umlættingartilboð, sum líkist tí, barnið hevði áður – og tað varð sagt í apríl mánað.


























