Koronugjald kann styggja ferðafólk

Koronugjald kann styggja ferðafólk
Bill Justinussen, løgtingsmaður, sigur, at vit eiga at røkja okkara umdømi sum ferðavinnuland
Bill Justinussen heldur, at tað kann tykjast eitt sindur smáligt at krevja koronugjald frá ferðafólkum, tá havt verður í huga, at ferðavinnan hevur fingið so stóran búskaparligan týdning
24.09.2020 - 13:47

Uppskotið um, at ferðafólk sjálv skulu gjalda fyri at verða kannað fyri koronu, tá tey koma til Føroya, fekk góða undirtøku, tá tað var til viðgerðar í tinginum fyrrapartin.

Men Bill Justinussen í Miðflokkinum, sum eisini er í samgongu, ávaraði ímóti, at koronugjaldið kann styggja ferðafólk.

Hann segði, at ferðavinnan hevur havt sera stóran týdning fyri Føroyar, og er vorðið eitt bein aftrat fíggjarliga at standa. Tí kann gjaldið tykjast eitt sindur smáligt, segði Bill Justinussen.

Uppskotið er farið í fíggjarnevndina til viðgerðar.

Sí/hoyr brot úr røðuni, sum Bill Justinussen helt í tinginum.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107