Javnstøðan haltar

Javnstøðan haltar
Tað haltar framvegis við javnstøðuni á nógvum økjum í okkara samfelag. Tað vísur ein umfatandi kanning hjá Javnaðarflokkinum á fólkatingi
29.09.2020 - 19:56

Sambært kanningini eru kvinnur eftirbátar á javnstøðuøkinum. Kvinnur tjena minni og hava tí minni eftirlønar-uppsparing. Og tær sita ikki í best løntu nevndarsessunum. Kvinnur hava bara sitið í 20 av tilsamans 161 landsstýrissessum, síðani heimastýrislógin kom í gildi í 1948. Og bæði kvinnur og menn eru samd um, at fiskimálaráðharrin má vera ein maður.

Um útbúgving staðfestir kanningin, at meira enn helvtin av føroysku kvinnunum, sum nú eru undir útbúgving, lesa innanfyri heilsu ella umsorganarøkið. Meira enn helvtin av monnunum, sum nú eru undir útbúgving, lesa eina tekniska ella náttúruvísundaliga útbúgving.

Eftir innslagið er kjak millum Sjúrð Skaale, fólkatingsmann og stigtakara til kanningina, og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu í javnstøðumálum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040