Billard skal vera fyri øll

Billard skal vera fyri øll
Skálarfjarðar Billardfelag skal vera eitt felag fyri øll. Tað sigur Ken Lindenskov Olsen, formaður, nú felagið hevur fingið nýggj høli
Ólavur Wolles
Skálarfjarðar billardfelag skal vera fyri øll, sigur Ken Lindenskov Olsen, formaður
16.11.2020 - 23:35

Skálarfjarðar Billardfelag kallast nýggi kvisturin á føroyska billiard bulinum. 

Skálarfjarðar Billardfelag skipaði fyri almennari móttøku, í nýggju venjingarhølunum, sum eru í kjallarinum í Kvinnufelagshúsinum á Glyvrum.

Skálafjarðar billardfelag var í roynd og veru stovnað í fjør, men hevur nústaðni fingið høli at húsast í. Og málið er at menna eitt felag, sum er fyri øll. 

Í løtuni eru 10 limir í felagnum, men ætlanin er at fáa so nógvar limir sum gjørligt í øllum aldri og skipað fyri undirvísing.

Eisini borgarstjórin í Runavíkar kommunu fegnast um nýggju ítróttargreinina, sum er komin til kommununa. 

Eitt fjøltáttað útboð av ítróttartilboðum er ein av grundarsúlunum undir trivnaðinum í einari kommunu. 

Umframt at vera eitt felag fyri øll, so ætlar Skálarfjarðar billardfelag sær eisini at bjóða av ítróttarliga.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207