- Tíðindi, mentan og ítróttur
Avgjaldið á øli bæði hækkar og lækkar

Avgjaldið á øli skal hækka 50 prosent.
Men tey smáu bryggjaríini, tey, sum gera í mesta lagi fimm milliónir litrar um árið, fáa avgjaldslætta, sum er 40 prosent.
Tað ætlar landsstýrið.
Slík skipan verður brúkt í ES, har mikrobryggjarí fáa avgjaldslætta upp í 50 prosent, sigur Fíggjarmálaráðið.
Avgjøldini fyri øl, sum er millum 2,8 og 4,6 prosent, hækkar úr 7,60 upp í 11,40 fyri liturin av reinum alkoholi.
Øl millum 4,6 og 5,8 prosent fer úr 10,00 upp í 15,00 kr. fyri liturin av reinum alkoholi.
Og sterkasta ølið, tað, sum er 5,8 prosent ella meira, fer úr 180,00 upp í 270 krónur fyri liturin av reinum alkoholi.
Bæði dýrari og bíligari
Ein øl verður millum 2,00 og 2,50 krónur dýrari fyri hvørt blikk, 33 sentilitrar, í Rúsdrekkasøluni.
Prísurin fyri samsvarandi øl frá smærri bryggjaríum fer sannlíkt at lækka millum 20 og 30 oyru fyri hvørt blikk.
Fíggjarmálaráðið metir, broytingin gevur landskassanum tvær milliónir krónur.
Lógarbroytingin skal koma í gildi 1. januar.




























