Val í Spania 29. november

Val í Spania 29. november
Val verður í Spania í ótíð, tí valskeiðið er ikki úti fyrr enn í august næsta ár
Pedro Sánhez hevur verið forsætisráðharri í Spania síðani 2018.
Mynd: Javier Soriano/AFP/Ritzau Scanpix  
 
05.10.2026 - 09:06

Val verður í Spania 29. november.

Tað boðaði Pedro Sánchez, forsætisráðharri, frá, tá hann helt røðu fyri tjóðini í morgun. 

Tíggjutúsundtals spaniólar hava seinastu vikurnar mótmælt bústaðarneyðini í landinum, og í síðstu viku eydnaðist tað ikki minnilutastjórnini hjá Sanchez at samtykkja eitt stórt bústaðar-nýskipanarlógaruppskot í tjóðartinginum.

Sánchez er leiðari í sosialistiska arbeiðaraflokkinum (PSOE), og hevur verið forsætisráðharri síðani 2018.

Samgonga hansara hevur staðið seg illa í veljarakanningunum. 

Val verður í Spania í ótíð, tí valskeiðið er ikki úti fyrr enn í august næsta ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595