Dreymurin um oljuvinnuna livir enn

Dreymurin um oljuvinnuna livir enn
Danska stjórnin steðgar allari oljuleiting, og í 2050 verður ikki meira olja tikin úr Norðsjónum. Men í Føroyum livir oljudreymurin framvegis
04.12.2020 - 19:55

Í 2050 fer Danmark at gevast við at útvinna olju úr danska partinum av Norðsjónum, og fleiri onnur lond hava tikið líknandi, prinsipiellar avgerðir. Men í Føroyum livir vónin um at finna olju  á føroyska landgrunninum framvegis.

Jan Müller í nógv ár fylgt neyvt við oljuvinnuni í Føroyum. Fyrrverandi blaðstjórin arbeiðir í dag hjá Føroya Oljuídnaðarbólki. Grøna kósin hjá donsku stjórnini hevur við sær, at Danmark ikki fer undir fleiri leitingar eftir olju, og landið steðgar allar útvinnan av olju í 2050.

Hóast oljuvinnan ásannar, at varandi orkukeldur eru framtíðin, so merkir tað tó ikki, at tørvurin á olju steðgar her og nú.

-Áhugin fyri føroyska landgrunninum er framvegis stórur, sigur Jan Müller.

Og tí hava Føroyar framvegis vónir um at útvinna olju úr landgrunninum, 28 ár eftir at Atli Dam og Poul Schlüter, táverandi løgmaður og forsætisráðharri, undirskrivaðu semjuna um føroysku undirgrundina.

Eftir innslagið er kjak í sjónvarpsstovuni millum Elsu Berg frá Ringrás og Ben Arabo, nevndarformann í Atlantic Petroleum.

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360