Aron: Hetta havi eg kempað fyri alt mítt lív

Aron: Hetta havi eg kempað fyri alt mítt lív
Nógv umrøddi Aron Benjaminsen fekk sínar fyrstu landsliðsminuttir seint í dystinum í Moldova, og tað var hann glaður fyri, hóast hann ikki veruliga fekk víst seg fram
29.09.2026 - 19:18

So slapp hann á vøllin. Nógv umrøddi Aron Benjaminsen úr Hearts, sum varð innkallaður í hópin til útidystin ímóti Moldova.

Eini fimm minuttir vóru eftir, tá bóltfimi vongurin kom inn, og hóast hann bert kom í eina líkinda álopsstøðu, var hann glaður fyri sín fyrsta A-landsdyst.

 - Tað er ekstremt stuttligt. Tað er hetta, eg havi kempa fyri alt mítt lív. Ein dreymur, segði Aron Benjaminsen eftir dystin.

Viljormur Davidsen legði Føroyar á odda við sínum sjeynda landsliðsmáli - seks av teimum eru komin úr 11 metrum - eftir at Géza Dávid Turi varð feldur, men eftir steðgin vóru moldavar ruddiliga omaná, og Sergiu Percuin javnaði fyrst við einum framúr góðum frísparki úr spískum vinkli í handara málhorn, og  rakti síðan bæði tvørtræ og stong, meðan føroyingarnir ikki megnaðu stórvegis annað enn at sparka burtur.

 - Ja, øgiligt ping-pong. Vit máttu bara verja, staðfesti 18 ára gamli vongurin, sum viðgekk, at hann átti at havt gjørt tað betri, tá hann einaferð fekk bóltin í brotsteiginum.

 

 

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096