Fer at taka fleiri ár

bannari
Fer at taka fleiri ár
Tað fer at taka tíð, áðrenn ferðavinnan er komin í rættlag. Tað siga stóru aktørarnir í vinnuni
05.01.2021 - 19:40

Í Gist&Vist høvdu tey 997 fólk á lønarlistanum, tá árið byrjaði. Í 2021 eru hesi 367. Tey fastløntu vóru 67, nú eru tey 29. Lønarútreiðslurnar eru minkaðar 53 prosent, ársverkini úr 208 í 2019 niður í 100 í 2020.

Í Vága floghavn vóru 45 starvsfólk við ársbyrjan 2020. Nú eru umleið 35 starvsfólk. Og í Atlantsflogi vóru 240 starvsfólk. 100 fólk vóru uppsøgd, svarandi til 60 fulltíðarstørv.

Ein framtíðarmeting hjá Atlantsflogi  sigur, at tey røkka umleið 70 prosentum av umsetninginum í 2021, sum tey høvdu í 2019.

Hóast teir eru ósamdir um, hvussu leingi tað tekur ferðavinnuni at koma upp á 2019 stigið aftur, so eru Jóhannes Jensen, stjóri í Gist&Vist, og Regin I. Jacobsen, stjóri í Vága Floghavn, kortini samdir um, at tað fer at verða trupult komandi tíðina.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688