Johan Dahl setur samgonguna undir trýst

Johan Dahl setur samgonguna undir trýst
Í samgonguni finnast tey at Johan Dahl, sum mælir til at samtykkja uppskotið hjá andstøðuni um at javnseta samkynd við hinskynd í barsilsskipanini.
21.01.2021 - 19:20

Tað er trýst á løgmanni og samgonguni, nú Johan Dahl hóttir við at atkvøða saman við andstøðuni í málinum um at javnseta samkynd í barsilsskipanini.

Johan Dahl vil ikki gera samrøðu við Kringvarpið. Hann skrivar hinvegin í álitinum, at:

"Sum fólkavaldur parlamentarikari, valdur til at tæna fólkinum til at gera lógarsmíð,sum skal hava eins virknað og rættindi fyri ølltey,sum lógirnar umfata, kann undirritaðiikki taka undir við, at vit sum samgonga ikki vilja tryggja minnilutum, sum her samkyndum pørumog harvið børnum teirra, at fáa somu løgligurættindi til barsilsskipanina, sum restin av borgarum landsins."

Annika Olsen, fyrrverandi borgarstjóri í Havn, hevur aftur tikið sæti í Løgtinginum.

- Eg eri av teirri sannføring, at tað er rætt at javnseta øll børn, uttan mun til, hvørja sivilstøðu foreldrini hava. Tað sjónarmiðið standi eg við, sigur hon.

Hon vil kortini ikki siga, um hon fer at atkvøða fyri uppskotinum.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025