Nýggja Etiska ráðið farið til verka

Nýggja Etiska ráðið farið til verka
Katrin Kallsberg, serlækni í kvinnusjúkum, er forkvinna í ráðnum
Etiska ráðið saman við landsstýriskvinnuni í heilsu- og orkumálum.
 
21.10.2026 - 15:21

Nýggja Etiska ráðið, sum tók við 1. oktober, er farið til verka við Katrini Kallsberg, serlækna í kvinnusjúkum, sum forkvinnu.

Í dag heilsaði Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, upp á nýggja ráðið. 

Uppgávan hjá Etiska ráðnum er at fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar á heilsuøkinum, almannaøkinum og kommunala økinum, og at gera bæði myndugleikar og borgarar betur før fyri, at taka støðu í etiskum spurningum.

 

Eygleiða gongdina

Ráðið skal eisini eygleiða gongdina í samfelagnum, og av egnum ávum taka almennar og prinsipiellar etiskar spurningar upp, um millum annað gransking í og nýtslu av biotøkni og ílegutøkni. 

Í Etiska ráðnum eru Katrin Kallsberg, forkvinna, Vár Honnudóttir, Arni Zachariassen, Súsanna Skaale, Sissal Jørgensen, Regin Berg, Jógvan Páll Fjallsbak, Hanus á Gørðum og Jóngerð Guttesen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329