Lendisrenning: Sarah og Bjarki eru føroyameistarar

Lendisrenning: Sarah og Bjarki eru føroyameistarar
Tveir nýggir føroyameistarar í lendisrenning vórðu funnir leygardagin. Sarah Vallin og Bjarki Johannesen runnu seg til FM fyri fyrstu ferð
08.02.2021 - 13:25

Bjarki Johannesen úr Roysni og Sarah Vallin úr Bragdinum vunnu um vikuskiftið FM-heitið í lendisrenning.

Bjarki Johannesen, sum hevur runnið væl í vetur, kappaðist við Peter Jensen úr Bragdinum.

Mundi koppa Bjarka

Í 4. umfari av vetrarkappingini, sum var í Vágum, var um reppið, at Peter Jensen koppaði Bjarka Johannesen, men soleiðis varð ikki hesa ferð.

Bjarki Johannesen (29.50.4) vann trygt ein minutt og níggju sekund frammanfyri Peter Jensen. Helgi Winther Olsen fekk triðja plássið.

Eg ætlaði ikki, at tað skuldi verða so javnt sum seinast, so eg vildi leggja eitt javnt hægri tempo allan vegin og so síggja, hvussu tað gekk, og tað eydnaðist so, segði nýklækti FM-vinnarin.

Sarah vann - Rebekka var ikki við

Rebekka Fuglø, sum hevði vunnið allar vetrarkappingarnar undan lendisrenningini, var ikki við leygardagin. Kappingin stóð ímillum Saruh Vallin og FM-vinnaran frá í fjør, Mariu Biskopstø.

Ta kappingina vann Sarah Vallin (34.19.4) og Maria Biskopstø mátti taka til takkar við 2. plássi hesa ferð. Ann-Mari av Skarði fekk triðja plássið.

Vit manglaðu Rebekku. Tað var spell, at hon ikki var við, men eg hopi, at eg hevði vunnið óansæð, segði Sarah Vallin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Fríggjadag 31. juli
Omaneftir og niðaneftir 2026
211429
Fríggjadag 31. juli
RagnarRokk: Prika Amaral um Slave Machine
209136
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373