Nýggi venjarin gongur høgt upp í smálutirnar

Nýggi venjarin gongur høgt upp í smálutirnar
Jóhan á Plógv Hansen kennir væl nýggja landsliðsvenjaran í hondbólti, Peter Bredsdorff-Larsen, og sigur, at hann er bæði nærlagdur og dugnaligur
04.05.2021 - 16:46

Fyri seks árum síðan skifti hondbóltsspælarin, Jóhan á Plógv Hansen, úr Skanderborg til Bjerringbro-Silkeborg.

Hetta var eitt týðandi fet á hondbóltsleiðini hjá vonginum, sum í fjør skifti til TSV Hannover-Burgdorf í týsku bundesliguni.

Venjarin, sum tá vildi hava evnaríka vongin til Bjerringbro-Silkeborg, var Peter Bredsdorff-Larsen, sum í síðstu viku tók við landsliðvenjarasessinum á føroyska hondbóltslandsliðnum við monnum.

Peter Bredsdorff-Larsen var venjari hjá Jóhan á Plógv Hansen í seks ár, og føroyski vongurin á danska landsliðnum ivast ikki í, at hann fer at menna føroyska landsliðið nógv komandi árini.

 - Hann er uttan iva ein av teimum nærlagdastu fólkunum, sum eg havi møtt. Hann gongur ótrúliga høgt upp í fyrireiking til dystirnar, sigur Jóhan á Plógv Hansen.



 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334