Áhugin og dyggi stuðulin gleða nýggja venjaran

Áhugin og dyggi stuðulin gleða nýggja venjaran
Nýggi venjarin hjá manshondbóltslandsliðnum, Peter Bredsdorff-Larsen, fegnast um stóra stuðulin, sum valdar í føroyskum hondbólti, nú hann hevur havt sínar fyrstu venjingar
05.07.2021 - 10:20

Peter Bredsdorff-Larsen hevur havt sínar fyrstu venjingar við føroyska hondbóltslandliðnum við monnum.

Í síðstu viku varð nýggi venjarin í Føroyum, har hann varð presenteraður og hitti spælararnar, sum hann metir skulu mynda hondbóltslandsliðið næstu árini. 

 - Tað gekk eins væl, og eg hevði vónað. Dreingirnir koyra á, og tú merkir samanhaldið og hugin at arbeiða fyri landsliðið, sigur Peter Bredsdorff-Larsen, sum varð settur fyri tveimum mánaðum síðan.

Hóast hann hevur verið upptikin av endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini saman við liðið sínum, Bjerringbro-Silkeborg, hevur danin hugt nærri at føroyska liðnum síðstu tíðina.

 - Liðið spælir við nógvari orku, og hóast spælararnir hvørki eru størst ella tyngst, standa teir seg væl kroppsliga. Harafturat eru teir sera djarvir, sigur Peter Bredsdorff-Larsen, sum eisini hevur verið hjálparvenjari á danska landsliðnum. 

Smálutirnir telja nógv

Danski venjarin ber orð fyri at vera sera nærlagdur og ein, sum vendir hvørjum steini, fyri at liðið skal fáa sum mest burturúr hvørja ferð. Hann greinar spælið hjá sínum egnu eins væl og tað hjá mótstøðuliðnum, og tað merkja føroysku spælararnir longu nú.

 - Ja, eitt sindur, sigur strikuspælarin, Helgi Hildarson Hoydal. 

 - Men tað er eisini nakað, sum kemur við tíðini. Vit vita allir, hvør hann er, og hvat hann stendur fyri - serliga hetta við tí analytiska partinum - so tað verður spennandi at arbeiða við, sigur Helgi Hildarson Hoydal. 

Fegnast um stóra áhugan og stuðulin

Peter Bredsdorff-Larsen hevur verið venjari á hægsta stigi í nógv ár. Hann fegnast um stóra stuðulin og áhugan, sum valdar í føroyskum hondbólti. Samstundis leggur hann dent á, at professionalisman í landsliðshópinum skal mennast í so stóran mund gjørligt.

 - Vit hava eitt gott grundarlag, og nú skulu vit hava meir professionalismu og taka hetta arbeiðið í enn størri álvara, sigur landsliðsvenjarin.

 - Lars og Peter eru báðir eyðmjúkir og hava stóra virðing fyri tí arbeiði, sum er lagt fyri dagin her í Føroyum, og tað eru vit væl nøgdir við, sigur Helgi Hildarson Hoydal.

 - Og so koma teir við sínum royndum og flottuavrikslistum, men teir skulu framvegis vísa okkum okkurt nýtt og gera okkum til eitt betri lið, sigur føroysku strikuspælarin. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012