Føroyaleikir: Av talvuni út á leikvøllin

Føroyaleikir: Av talvuni út á leikvøllin
Góðir ellivuhundrað íðkarar fyrireika seg til Føroyaleikirnar, sum fara av bakkastokki seinni í vikuni. Í ÍSF er stákan, nú leikirnir skulu av talvuni og út á leikvøllin
05.07.2021 - 17:26

Nú nærkast fyrstu Føroyaleikirnir av álvara. 

Seinni í vikuni fara góð 1100 ítróttarfólk á leikvøllir í Havn, Runavík, Klaksvík og Vági at kappast um heiður og æru.

Í ÍSF-húsinum eru fyrireikingarnar í hæddini í løtuni, men Andras Nolsøe, ítróttarráðgevi hjá ÍSF heldur, at tað mesta er komið undir land.

 - Nú ræður um at fáa síðsti tingini upp á pláss, so sum blusur, drekkidunkar, heiðursmerki og tílíkt, sum sambondini hava tørv á fyri at skipa sínar kappingar, sigur Andras Nolsøe.

 - Vit hava arbeitt við hesum síðan fyrst í oktober, og meira konsentrera síðan í januar, so nú tað nærkast er mann ordiliga spentur at síggja, hvussu tað fer at rigga, sigur ítróttarráðgevin.



 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375