Tórur Mortensen: umstøðurnar í Føroyum vánaligar

Tórur Mortensen: umstøðurnar í Føroyum vánaligar
Tórur Mortensen, sum farna árið hevur íðkað frælsan ítrótt í Danmark, heldur, at umstøðurnar hjá føroysku íðkarunum eru vánaligar. Loysnin er ein venjingarhøll, sigur venjari
16.08.2021 - 16:40

 - Hesar umstøðurnar eru faktiskt ræðuligar í mun til tær, sum eg havi niðri.

So avgjørdur er Tórur Mortensen, sum gjørdist føroyameistari í bæði trístøkki og longdarlopi, um vikuskiftið.

Hann venur og kappast til dagligt í Danmark - tað hevur hann gjørt seinastu árið - og framgongdin hevur verið stór, serliga nú hann tykist hava fingið bilbugt við ein knæskaða, sum hevur argað í áravís.

Um vikuskiftið tók hann lut í føroyameistaraheitunum í frælsum ítrótti á Tórsbreyt. Eftir kappingina fanst hann at venjingarumstøðunum, sum føroyskir íðkarar hava.

 - Eg havi eina høll at venja í, so um tað er eitt sindur av vindi, regni, ella um tað er eitt sindur kalt, so venji eg inni í eini heitari høll, segði Tórur Mortensen. 

 - Vit hava eisini eitt gott stadion, sum gevur góða lívd, í mun til her (á Tórsbreyt, red.), sum tað næstan altíð er vindur og ringt veður.

Dreymurin er ein venjingarhøll

Loysnin er einføld og tó. Debes Hammersheimb Christiansen, sum er venjari í Bragdinum, droymir um eina innandura venjingarhøll.

 - Tann heilt stóri dreymurin hjá okkum í frælsum ítrótti er at fáa eina altjóða innandurahøll, við 200 metra rundbreyt og umstøðum til tekniskar greinar innandura, sigur venjarin.

 - Tí so kunnu vit venja undir bestu viðurskiftum alt árið runt, og tað krevur, um mann skal blíva ein góður íðkari, sigur Debes Hammersheimb Christiansen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Fríggjadag 5. juni
Morgunlestur fríggjadagur 5.juni 2026
208844
Hósdag 4. juni
RagnarRokk 4.juni 2026
208850
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233