- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sølvi og Hallur eru ivasamir til landsdystirnar
Tveir av royndastu spælarunum á føroyska landsliðnum við monnum eru ivasamir til landsdystirnar ímóti Ísrael, Danmark og Moldova.
Liðskiparin, Hallur Hansson, og Sølvi Vatnhamar úr Víkingi, hava verið darvaðir av skaða síðstu tíðina, og í løtuni er ikki greitt um - ella í hvussu stóran mun - teir verða við í teimum trimum dystunum á Tórsvølli.
- Tað gongur rætta vegin, absolutt, men um tað verða tríggir dystir upp á eina viku; tað dugi eg ikki at síggja, kann lata seg gera, sigur Hallur Hansson.
- Hvussu kortini verða blandaði í teimum ymisku dystunum, er vónleyst at siga, men vit fáa brúk fyri nógvum fólki. Tað er einki at ivast í, sigur Eli Hentze.
Skrivar undir um góða viku
Manglandi dystarvenjing er eisini ein trupulleiki hjá Halli Hansson. Miðvallarin segði farvæl við AC Horsens eftir fimm ár í felagnum fyrr í summar, og síðan hevur hann verið leysur á marknaðinum.
Hann væntar, at um eina góða viku er greiða fingin á, hvat felag hann skal umboða.
- Tann næsta vikan, teir næstu tíggju dagarnir, verða rættiliga avgerðandi. Nú letur flytingarvindeyga aftur mikudagin, og vit hava eina ætlan um, at tað skal verða nú. Eg eri ikki tengdur at flytingarvindeyganum, og tað eru fleiri lið, sum ikki fáa teir spælararnar inn, sum tey hava peningin til, og tí verða kanska fleiri møguleikar tá, sigur Hallur Hansson, sum hevur fingið fyrispurningar frá millum annað Saudi Arabia, Turkalandi, Póllandi og Danmark.



















