Pól Hendrikur gull í fyrstu royndini

Pól Hendrikur gull í fyrstu royndini
Pól Hendrikur Andreasen vann gull og fleiri onnur heiðursmerki komu til høldar, tá seks føroyskir lyftarar kappaðust í DM í olympiskari vektlyfting um vikuskiftið
20.09.2021 - 18:12

Tað var vorðið sum elddópur, tá føroyskir lyftarar vóru við í DM í olympiskari vektlyfting fyri fyrstu ferð.

Pól Hendrikur Andreasen gjørdi ikki mætari enn at vinna gull í sínum vektflokki undir 73 kilo.

 - Tað var ein fantastisk uppliving, sigur føroyski vektlyftarin.

 - Tað er ikki ordiliga tað, tú væntar, tá tú fert til DM fyri fyrstu ferð; at tú kemur heim við gullinum.

Pól Hendrikur Andreasen lyfti 90 kilo í trekk og 115 kilo í vend og stoyt.

 - Tað eri eg øgiliga væl nøgdur við. Nú havi eg kappast nakrar ferðir - eg haldi, at hetta er tólvta kapping hjá mær - har eg havi lyft meir hvørjaferð samanlagt, og tað eydnaðist eisini hesa ferð, sigur føroyski gullvinnarin. 

Seks føroyskir lyftarar tóku lut í kappingini. 

Niels Áki Mørk vann silvur í bólkinum niðanfyri 67 kg, og Anna Kristina Niclasen vann bronsu í samlaðu kappingini fyri kvinnur niðanfyri 64 kg.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302