Nógvir av teimum somu fáa afturval

Nógvir av teimum somu fáa afturval
Teir 22, sum eru tiknir út til fótbóltslandsliðið við monnum til dystirnar ímóti Eysturríki og Skotlandi, vóru eisini við seinast. Ein spælari skal takast út afturat
Bjarni Rubeksen
Eli Hentze kunngjørdi A-landsliðshópin hjá Føroyum í dag
27.09.2021 - 15:15

Fáar broytingar eru á landsliðnum í fótbólti, sum er tikið út til HM-undankappingardystirnar ímóti Eysturríki og Skotlandi í oktober.

Allir 22, sum stóðu á listanum, sum Eli Hentze, hjálparvenjari, kunngjørdi í dag, vóru við til dystirnar ímóti Ísrael, Danmark og Moldova fyrr í september. 

Ein spælari skal undir øllum umstøðum takast út afturat í hesi vikuni. Bíða verður eftir, um smáskaddu Jákup B. Andreasen ella Heðin Hansen verða tøkir. 

 - So tað verður bíða eftir at vita um ein spælari til seksaraplássið verður tøkur. Um ikki, mugu vit rokera eitt sindur, men 23 spælarar verða tiknir út, sigur Eli Hentze.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. mai
Jambalaja - 230526
208745
Leygardag 23. mai
Upp á tá - 220526
208739
Leygardag 23. mai
Morgunlestur leygardagur 23.mai 2026
208382
Fríggjadag 22. mai
Vikuskiftið 23 mei 2026
208733
Fríggjadag 22. mai
LEITISSTEIN 22.05.2026 (Marianna Winter)
208727
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604