- Tíðindi, mentan og ítróttur
Andstøðan samd um kanningarstjóra
Andstøðan samd um kanningarstjóra
Tey hava nú 15 undirskriftir, og sostatt verður ein kanningarstjóri settur í næstum. Men andstøðan vil hava samgonguna við
Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn eru samd um at seta kanningarstjóra. Skrivað verður undir uppskotið í vikuni
18.10.2021 - 19:19
Uppskotið verður undirskrivað mikudagin - men formaðurin í Tjóðveldi vil fegin hava samgonguna við. Uppskotið verður í trimum pørtum. Í fyrstu atløgu skal ein skundkanning gerast av útlutanini av kvotum til vinnuligar royndir og verkætlanir, harnæst skal heimildin fyri tí, sum undanfarna samgonga útlutaði til menningarkvotur kannast, og í triðja lagi skal kannast, um lógarheimildin var í lagi upprunaliga, fyri at geva landsstýrisfólkinum í Fiskivinnumálum, heimild at býta kvotur út.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



















