Tær skulu merkja meir til okkum

Tær skulu merkja meir til okkum
UPPTAKT: Føroyar spæla hósdagin sín triðja HM-undankappingardyst, tá Ukreina tekur ímóti í Kiev. - Tær skulu merkja meir til okkum, sigur Lene Terp, landsliðsvenjari
19.10.2021 - 14:48

 - Tær skulu merkja meir til okkum.

Tað sigur landsliðsvenjarin, Lene Terp, undan triðja HM-undankappingardystinum hjá landsliðnum við kvinnum ímóti Ukreina hósdagin.

 - So skulu vit halda fram at venja okkum við at hava bóltin, sigur venjarin.

Føroyar taptu stórt ímóti bæði Spania og Skotlandi í september, men Heidi Sevdal vónar, at tær kunnu spæla eitt sindur meir við ímóti Ukreina, sum ongan dyst hevur spælt í bólkinum enn.

 - Hetta er ikki Spania, hetta er ikki Skotland. Kanska kunnu vit koma eitt sindur longur fram á vøllin í verjustøðu, og kanska koma ímillum fleiri av teirra sendingum, sigur Heidi Sevdal.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717