Landsliðsúttøka: avboð í verjuni

Landsliðsúttøka: avboð í verjuni
Fimm nýggj andlit eru í hópinum hesaferð í mun til landsdystirnar ímóti Skotlandi og Eysturríki, og tað er serliga í verjupartinum at landsliðsvenjarin hevur trupulleikar
01.11.2021 - 18:25

Fleiri broytingar vóru í hópinum, sum landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, kunngjørdi fyrrapartin mánadagin.

Í verjuni hava bæði Heini Vatnsdal og Gilli Rólantsson givið avboð vegna skaða. Odd BK-bakkurin hevur verið millum føstu spælararnar undir Håkani Ericson, og tí skal nýggjur maður finnast til dystirnar ímóti Danmark og Ísrael.

 - René (Shaki Joensen, red.) er ein møguleiki. Hann hevur spælt á vinstra bakki fyri landsliðið. Vit hava Jóannes Kalsø Danielsen, sum spælir bakkur hjá KÍ hvørja viku, so vit hava møguleikar, sigur Håkan Ericson, sum eisini nevnir HB-verjuleikarin, Bartal Wardum.

Hvørgin av sonevndu jokarunum í álopinum, Andreas Lava Olsen og John Fredriksen, eru við hesa ferð, tí venjararnir hava valt at raðfest verjupartin til truplu útidystirnar.

 - Vit hava bert ráð at hava tríggjar framherjar við hesa ferð, sigur landsliðsvenjarin.

 - Lava er ikki tøkur hesa ferð, og John Fredriksen slapp ikki innum hesa ferð.

Framherjarnir, sum eru við eru Jóan Símun Edmundsson, Klæmint A. Olsen og Petur Knudsen.

Håkan Ericson fer at taka ein spælara út afturat seinni í vikuni, og Meinhard Olsen er fremst í røðini, sigur venjarin.

Dystirnir ímóti Danmark og Ísrael verða spældir ávíkavist 12. og 15. november og eru síðstu dystirnir í hesi undankappingini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Mánadag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 27.januar 2025
186649
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749