Kunngera frágreiðingar í snyrilsmálinum fríggjadagin

Kunngera frágreiðingar í snyrilsmálinum fríggjadagin
Frágreiðingarnar skulu millum annað lýsa, um snyrilsviðgerðirnar vóru í stríð við mannarættindini, og um talan kann hava verið um fólkamorð
Mariane Paviasen Jensen er landsstýriskvinna í javnstøðumálum.
Mynd: Sermitsiaq  
 
24.08.2026 - 14:57

Fríggjadagin 28. august verða frágreiðingarnar um sonevnda snyrilsmálið í Grønlandi almannakunngjørdar.

Tað skrivar grønlendski miðilin Sermitsiaq.

Frágreiðingarnar snúgva seg um grønlendskar kvinnur og gentur, sum í tíðarskeiðnum frá 1960 til 1991 fingu snyril settan upp, uttan teirra vitan og samtykki. Hetta varð gjørt fyri at avmarka fólkavøkstur í Grønlandi.

Mariane Paviasen Jensen, grønlendskur landsstýrislimur í javnstøðumálum, sigur, at málið er torgreitt, og hevur kravt ta tíð og uppmerksemi, sum hevur verið neyðugt í hesum máli.

Frágreiðingarnar skulu millum annað lýsa, um snyrilsviðgerðirnar vóru í stríð við mannarættindini, og um talan kann hava verið um fólkamorð, soleiðis sum Mute B. Egede, táverandi landsstýrisformaður í Grønlandi, segði í 2024, og har hann kravdi eina umbering frá donsku stjórnini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329