Rúsevni koma nú undir føroyskt málsræði

Rúsevni koma nú undir føroyskt málsræði
Verður uppskotið samtykt, fáa føroyskir myndugleikar møguleika at regulera økið við løgtingslóg
Beinir Johannesen, løgmaður, eigur uppskotið um at yvirtaka málsøkið rúsevni. Lógin skal eftir ætlan koma í gildi á nýggjárinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.08.2026 - 15:39

Málsøkið rúsevnismál kemur nú undir føroyskt málsræði.

Beinir Johannesen, løgmaður, hevur skotið upp at yvirtaka málsøkið, hóast tað longu nú verður umsitið og í høvuðsheitum fíggjað av føroyskum myndugleikum.

Verður uppskotið samtykt, fáa føroyskir myndugleikar møguleika at regulera økið við løgtingslóg, og harvið betri møguleika at skipa henda partin av heilsuverkinum við atliti at serligum føroyskum viðurskiftum, verður sagt í viðmerkingunum til uppskotið. 

Viðvíkjandi rúsevnum er alneyðugt, at nýggj rúsandi evni stundisliga vera sett á listan yvir evni, ið einans kunnu nýtast til medisinsk og vísindalig endamál, sigur løgmaður.

Av tí at málsøkið er felagsmál, tekur drúgva tíð at fáa broytt kunngerð um rúsandi evni, so at nýggj rúsandi evni koma á listan yvir evni, ið einans kunnu nýtast til medisinsk og vísindalig endamál.

 

Skjótari dagføring

Heilsu-og orkumálaráðið metir, fáa føroyskir myndugleikar ábyrgdina av málsøkinum, verður tað lættari og skjótari at dagføra galdandi kunngerð um rúsandi evni.

Viðvíkjandi rúsevnum er alneyðugt, at nýggj evni stundisliga vera sett á listan yvir evni, ið bara kunnu nýtast til medisinsk og vísindalig endamál.

Sambært uppskotinum skal málsøkið koma á føroyskar hendur 1. januar næsta ár. 

Les alt uppskotið her.

Samstundis sum løgmaður hevur lagt fram uppskotið um at yvritaka málsøkið rúsevni, hevur Eyðdis Hartmann Niclasen, lagt fram uppskot um at flyta myndugleikan, í sambandi við at málsøkið kemur á føroyskar hendur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542