Reglugerð um óljóð

Reglugerð um óljóð
Kommunurnar eru nú samdar um eina felags reglugerð, ið skal avmarka óljóð frá skipum.
23.11.2021 - 20:11

Endamálið við reglugerðini er - sum kommunurnar orða tað - at minka um ampar av lágfrekventum motorljóði frá skipum við bryggju. 

At byrja við verður markvirðið 58 desibell um náttina og 60 desibell um dagin. 1. juli í 2023 lækkar markvirðið niður í 56 desibell um náttina og 58 desibell um dagin. Og 1. januar 2025 verður markvirðið 54 desibell um náttina og 56 desibell um dagin. 

Harumframt er ein áseting, sum loyvir meira óljóði, um fleiri skip liggja uttaná hvørjumm øðrum. 

Sambært reglugerðini byggja markvirðini á ljóðmátingar, sum eru gjørdar í summar og í heyst.
 
Tað eru kommunalu havnarmyndugleikarnir, sum skulu tryggja, at óljóðið ikki fer upp um nøkur markvirði, sum eru ásett í reglugerðini. Tað kann gerast við at áleggja skipum at umleggja, útseta ella steðga larmandi virksemi. Og havnamyndugleikarnir fáa eisini heimild at vísa burtur skipum.

Við reglugerðini binda kommunurnar seg til ikki at taka ímóti skipum, sum eru burturvíst úr aðrari havn.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302