Skuldi fáa bót á 67 milliónir

Skuldi fáa bót á 67 milliónir
- Men nú er málið fyribils steðgað
06.12.2021 - 19:18

Bakkafrost skal hava eina bót.Tað er eingin ivi um tað, tá tú spyr Bárð Enni, sum er stjóri á Heilsufrøðiliga Starvsstovuni.
Men hvussu stór bótin skal vera, er ein annar – avgerandi – spurningur.


Kringvarpið skilir, at meiningarnar eru so ymiskar, at upphæddin spennir úr 10 milliónum upp í 67 milliónir krónur. Í øllum førum segði fútin við løgmansstjóran, at bótin var 67 milliónir krónur. Tað var hon í síðstu viku, men sama dag sum løgmansstjórin fær kunningina, fær løgreglan boð frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni um at steðga viðgerðini at málinum. Nú skal bótin viðgerast av nýggjum. 

Fútin váttar, at løgreglan hevur fingið boð um ta steðga arbeiðnum.  Eitt telefonnotat vísur, at John Rajani, aðalstjóri í løgmansskrivstovuni, fekk boð frá fútanum um risabótina hósdagin. Hann kunnaði løgmann, og løgmaður setti seg síðan sama dag í samband við Magnus Rasmussen, landsstýrismannin í vinnumálum, um hetta sama málið. 

Dagin eftir - fríggjadagin var Heilsufrøðiliga Starvsstovan á fundi í Vinnumálaráðnum. Fundurin snúði seg um bótina til Bakkafrost.

 

Bárður Enni sigur orsøkina vera, at sjálv upphæddin – hvussu stór bótin skal vera – skal viðgerast.  Støðan nú er, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan og Vinnumálaráðið viðgerða bótina í felag. Heilsufrøðiliga Starvsstovan eigur avgerðina, sigur Bárður Enni, men Vinnumálaráðið er við í viðgerðini. 

Sambært Bárði Enni, er stórt spennið millum tey, sum viðgerða bótina. Ein orsøk er, at málið er serstakt, og tað fyrsta av sínum slag í Føroyum, sigur hann. Hvørjir partar hann sipar til, vil hann ikki upplýsa. 

 

Samband millum samgongu, embætisverk og Bakkafrost
Tað eru ávís sambond millum samgonguna, embætisverkið og Bakkafrost. Løgmansstjórin John Rajani er sysktinabarn Regin Jacobsen, stjóra á Bakkafrosti.
Og Christian Andreasen, sum er tingbólkaformaður í Fólkaflokkinum, er advokatur hjá Bakkafrosti.

Partarnir avsanna kortini, at sambandið millum Bakkafrost, samgonguna og embætisverkið skal vera orsøkin til, at løgreglan fyribils er biðin um at steðga sínari viðgerð av málinum.

 

John Rajani hevur ikki aðrar viðmerkingar enn, at hann kunnaði løgmann um málið. Annað sigur hann seg ikki hava gjørt í hesum málinum. 

 

Herálvur Joensen, sum er aðalstjóri í Vinnumálaráðnum sigur, at Vinnumálaráðið og Heilsufrøðiliga Starvsstovan fundaðust síðan um málið, millum annað, tí tey vóru spurd um tað uttanífrá, also frá Løgmansskristovan.
Hann sigur eisini, at fundurin var avtalaður áðrenn samskifti við løgmansskristovuna, tí stjórin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni vildi venda bótina við sítt aðalráð. Tað váttar Bárður Enni. 

 

Tað, sum vit í øllum vita er, at starvsfólk hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hava saman við løgregluni viðgjørt málið, sektina til Bakkafrost, í fleiri mánaðir.

Fútin kunnaði í síðstu viku løgmansstjóran John Rajani um bótina, sum fútin segði var 67 milliónir krónur.

Løgmaður vendi sær síðan til landsstýrismannin í vinnumálum.

Dagin eftir er ein fundur millum Vinnumálaráðið og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna.

Og løgreglan er um sama mundið biðin um at steðga viðgerðini fyribils.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Mánadag 2. mars
Nú er liðugt við small talk!!
205023
Mánadag 2. mars
Morgunlestur mánadagur 2.mars 2026
204715
Sunnudag 1. mars
Bolero 01 mars 2026
204993
Sunnudag 1. mars
Ættirnar syngja og suða
204992
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044
Sunnudag 1. mars
Andakt við Anton í Liljudali
204987
Sunnudag 1. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
204623
Sunnudag 1. mars
Estetiskur fimleikur, 2. steypakapping
204977