- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ruðuleiki í Fólkaflokkinum
Ruðuleiki í Fólkaflokkinum
Fyrst fóru tvey landsstýrisfólk í tingi at atkvøða ímóti uppskotinum um sammøður, og siðani tók ein tingmaður farloyvi, fyri at víkja sessin til Anniku Olsen.
20.12.2021 - 20:38
Tingfundurin í dag byrjaði við at Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir og Jacob Vestergaard tóku sæti á tingi. Tey høvdu stutt frammanundan biðið um at vera loyst úr sínum landsstýrissessum.
Varafólkini Brandur Sandoy og Annika Olsen mistu samstundis tingsessirnar.
Men áðrenn tingviðgerðin byrjaði, kom ein umbøn um farloyvi afturat. Løgtingsmaðurin Heðin Zachariassen fór í farloyvi, og so var aftur boð eftir Anniku Olsen, sum varafólk fyri han.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV















