Uttanlandsnevnd í bólkum

Uttanlandsnevnd í bólkum
Jenis av Rana kann vænta sær fleirI ymisk tilmæli úr uttanlandsnevndini um eftirlitsradaran
24.01.2022 - 19:39

Jenis av Rana, landsstýrismaður í utanríkismálum, og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, vilja fegnir hava radaran. Men landsstýrið skal ráðføra seg við uttanlandsnevdina fyrst.

Í dag hevði uttanlandsnevndin fund um málið. Nýggi næstformaðurin í uttanlandsnevndini, Jacob Vestergaard, er ikki samdur við samgonguni, um at loyvi skal gevast til radaran. Hann vil hava nakað afturfyri.

Tað vil siga, at samgongan er IKKI samd. Bill Justinussen, nevndarformaður úr Miðflokkinum, og Frimodt Rasmussen úr Sambandsflokkinum kunnu hugsast at stuðla ætlanini hjá landsstýrinum.

Og so er tað andstøðan. Høgni Hoydal úr Tjóðveldi hevur áður sagt, at málið um radaran skal fyri tingið, og at hann ynskir, at føroyingar eiga og reka radaran.

Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkinum er kúrrur. Men hyggja vit at viðmerkingunum frá fólkatingsliminum, Sjúrði Skaale, so kann hugsast, at Javnaðarflokkurin stuðlar landsstýrinum í málinum um eftirlitsradaran.

Sannlíkindi eru tí fyri, at Jenis av Rana fær trý svar úr uttanlandsnevndini: Eitt frá Miðflokkinum og Sambandsflokkinu, sum stuðla ætlanini. Og møguliga er Javnaðarflokkurin eisini við í hesum svari. Eitt svar frá Jacob Vestergaard, sum krevur fríhandilssáttmála við ES aftur fyri radara. Og eitt frá Høgna Hoydal, sum krevur ein føroyskan radara fyri tingið. Í øllum førum kann Bill Justinussen, nevdarformaður ikki vænta sær eina samda nevnd.

Bill Justinusen, formaður í uttanlandsnevndini, er gestur í sjónvarpsstovuni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. november
Vikuskiftið 20 nov 2026
216752
Fríggjadag 20. november
LEITISSTEIN 20.11.2026 (Linda Andrews)
216750
Fríggjadag 20. november
Breddin: Leigubústaðir og skattafyrimunir
216730
Fríggjadag 20. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Nettupp
216723
Fríggjadag 20. november
RagnarRokk:Chris Flynn um Dreams of the Disappeared
215804
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592