Annika Fríðheim Petersen: skal menna meg í Nykøbing

Annika Fríðheim Petersen: skal menna meg í Nykøbing
Fyrst í februar skifti Annika Fríðheim Petersen úr íslendsku deildini til Nykøbing F. Håndbold í bestu donsku deildini. Nú vil hon menna seg og koma á byrjanarliðið
03.03.2022 - 16:59

Tað kom brádliga. Skiftið hjá Anniku Fríðheim Petersen úr íslendska liðnum, Haukar, til Nykøbing F. Håndbold í bestu donsku hondbóltsdeildini. 

Landsliðsmálverjin segði í fyrstu syftu nei, men valdi kortini at skifta til danskan hondbólt, sum leingi hevur verið málið. 

Stigið er munandi hægri í Danmark, heldur Annika Fríðheim Petersen, men tað ger eisini, at møguleikarnir at mennast eru stórir.

Nú er málið, at koma á byrjanarliðið hjá Nykøbing, sum hevur tryggja sær pláss í endaspælinum í sokallaðu Bambusa kvindeligaen, sum er besta danska deildin.

Sí innslag við landsliðsmálverjanum omanfyri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655