Vil hava uppskotið um foreldramyndugleika broytt

Vil hava uppskotið um foreldramyndugleika broytt
Jørgen Niclasen er nú formaður í trivnaðarnevndini, og hann vil broyta onkrar ásetingar í uppskotinum um foreldramyndugleika.
15.03.2022 - 18:10

Heitið "pápi" skal í lógartekstin, og felags foreldramyndugleikin eigur ikki at vera treytaður av, um landsfólkayvirlitið sigur, at foreldur hava búð saman í 10 mánaðir, heldur Jørgen Niclasen.

- Tað havi eg eisini sagt inni í samgonguni, sigur hann.

Í uppskotinum stendur, at eru foreldur ikki gift, hevur mamman foreldramyndugleikan einsamøll, uttan so, at foreldrini hava gjørt avtalu um felags foreldramyndugleika. Tað stendur eisini, at hava foreldrini havt felags bústað sambært landsfólkayvirlitinum samanhangandi seinastu 10 mánaðirnar, áðrenn barnið varð føtt, hava tey felags foreldramyndugleika.

- Í fleiri førum er støðan tann, at tvey, sum fáa barn, hava bústað heima hjá foreldrunum í eina tíð, so eg haldi ikki, at landsfólkayvirilitið eigur at avgera tað, sigur hann.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303