Talv: meistaraheitið aftur til Havnar

Talv: meistaraheitið aftur til Havnar
Havnar Telvingarfelag hevur tryggjað sær sítt 25. meistaraheitið í liðkappingini. Tað hendi við javnleiki í avgerandi dysti ímóti kappingarneytunum úr Sandavágs Talvfelag
28.03.2022 - 18:21

Triðja árið á rað skuldi føroyameistaraheitið í talvkappingini fyri lið avgerast í dysti millum Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag.

Sandavágur hevði styrkt seg við stórmeistaranum, John Arna Nilssen, sum var á liðnum fyri fyrstu ferð, og hann vann sannførandi á Carl Eli Samuelsen á triðja borði.

Høgni Egilstoft Nielsen hevði vunnið allar sínar dystir á øðrum borði í vetur, og hann skúgvaði eisini Olaf Berg til viks. 

Elsti maður, Torkil Nielsen, kom væl frá byrjan ímóti yngsti manni, Luitjen Akselsson Apol. Men 15 ára gamli Luitjen, sum tapti avgerandi talv ímóti Torkil í fjør, fekk náðileysa hevnd, tá veteraninum gav honum møguleikan.

So var støðan 2-1 til Sandavág, og dysturin skal avgerast á fyrsta borði. Bæði stórmeistarin úr Havn, Helgi Dam Ziska, og Rógvi Egilstoft hjá Sandavági snávaðu stundum, men tá tað sá út til, at Rógvi Egilstoft hevði møguleika at vinna, sló Helgi Dam Ziska til. 

Endin var, at Rógvi Egilstoft legði kongin, og Havnar Telvingarfelag fekk sítt 25. meistaraheti.


Fegnir føroyameistarar úr Havnar Telvingarfelag, sum vann sítt 25. meistaraheiti
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. apríl
PLÁTUPANELIÐ #39 (1977)
206615
Leygardag 4. apríl
Tvey velja páskatónleik
206614
Leygardag 4. apríl
Jambalaja - 040426
206613
Leygardag 4. apríl
Upp á tá - 030426
206605
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563