HB dumpar og KÍ fær toppkarakter

HB dumpar og KÍ fær toppkarakter
HB dumpar so dyggiliga, meðan KÍ er enn sterkari. Tað heldur Jákup á Borg, sum í 3-2 metti um avrikið hjá stórfeløgunum báðum í fyrsta triðingi av Betri-deildi
10.05.2022 - 10:30

Tá Betri-deildin við monnum byrjaði, mettu nógv, at einasta liðið, sum kundi bjóða KÍ av um meistaraheitið, var HB.

Nú fyrsti triðingurin av landskappingini er spældur, er HB 12 stig aftanfyri meistararnar úr Klaksvík, og í dystinum millum liðini bæði í Klaksvík um vikuskiftið varð greitt, at gjógvin millum feløgini bæði er stór í løtuni.

 - Um tað var nakað lið, sum skuldi bjóða KÍ av, so var tað HB, men har hava teir dumpað so dyggiliga, segði Jákup á Borg í 3-2.

Fyrrverandi landsliðsspælarin og venjarin heldur kortini ikki, at loysnin er at senda venjaran, Kim Engstrøm, til hús.

 - Eg haldi ikki, at tað er so stór ónøgd um venjaran. Spælararnir mugu eisini venda pílinum inn eftir og hyggja at sær sjálvum, tí har eru hóast alt nógvir landsliðsspælarar í hópinum, segði Jákup á Borg.

Hinvegin er KÍ enn betri enn í fjør, metti Jákup á Borg.

 - Har er stór kapping um plássini, og tú sært ikki spælarar ganga og lúnast, sum teir kanska hava gjørt í øðrum feløgum, t.d. í HB.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923