Meinhard: avgerandi støður spilla spælið

Meinhard: avgerandi støður spilla spælið
- Ivasamar avgerðir gera, at vit tapa dystin í dag. Tað segði Meinhard Egilsson Olsen eftir brotsspark og tvey reyð kort ímóti í 1-0 tapi fyri Luksemburg á Tórsvølli
08.06.2022 - 00:40

Fjúrtan vitleysir minuttir í seinna hálvleiki vórðu dýrir fyri Føroyar ímóti Luksemburg á Tórsvølli týskvøldið.

Í 66. minutti feldi René Shaki Joensen ein leysan mótstøðumann og varð vístur av vølli. Síðan dømdi dómarin brotsspark ímóti Sølva Vatnhamar, og Gerson Rodrigues avgjørdi dystin úr ellivu metrum. Løtu seinni sendi Sølvi Vatnhamar albogan í bringuna á einum mótstøðuspælara, og so vórðu føroyingarnir bert níggju.

Føroyar megnaðu ikki av álvara at hótta Luksemburg eftir hetta, og máttu taka til takkar við ósigri, eftir at dysturin hevði verið nokkso javnur fyri steðgin.

Meinhard Egilsson Olsen, sum kanska var besti føroyski spælarin á Tórsvølli, helt, at avgerðirnar hesa løtuna høvdu kostað teimum dystin.

 - Eg føli, at tað eru nakrar ivasamar avgerðir, sum gera, at vit tapa dystin í dag, segði vongurin millum annað eftir dystin. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672