Taekwondo: lítlasystirin í miðdeplinum

Taekwondo: lítlasystirin í miðdeplinum
Tey flestu kenna Høgna Kunoy Dávason frá taekwondo. Lítlasystirin, Elinborg Kunoy Dávadóttir, ger nú vart við seg í koreanska stríðsítróttinum og vann NM fyri stuttum
16.06.2022 - 14:14

Tey sparka og sláa hart í skúlanum í Søldafirði.

Seinasta taekwondovenjingin undan smálandakapping í San Marino er á skránni, og venjarin, Mathias Gabrielsen rópar boð út í venjingarhøli.

Lurtað verður væl - tí tað gert tú í taekwondo - og tí øll vilja vera væl fyri til kappingina leygardagin.

 - Tá tú lurtar eftir Mathiasi, so vinnur tú sum oftast, sigur 13 ára gamla Elinborg Kunoy Dávadóttir.

Hon hevur júst vunnið Norðurlandameistaraheitið í sínum aldursbólki, og góðar vónir eru til hennara, nú farið verður til Small Nations-kappingina.

 - Eg vænti, at Elinborg fer at vinna gull, sigur Høgni Kunoy Dávason.

Tey flestu kenna Høgna sum treiska taekwondodreingin, sum í nógv ár - saman við foreldrum sínum - hevur verið drívmegin aftanfyri taekwondo í Føroyum, hóast stórar avbjóðingar við heilsuni.

Hann verður 18 ár í næstum, og venur eins hart, og hann altíð hevur gjørt. 

 - Um tú spyrt hann, venur hann ov lítið, óansæð hvussu nógvir tímar fara til tað, sigur Noomi Kunoy Heradóttir.

Í løtuni er tað kortini lítlasystirin, 13 ára gamla Elinborg, sum er í miðdeplinum.

 - Hon er krútsterk, og so hevur hon eitt gir meir enn onnur, sigur Noomi Kunoy Heradóttir.

 - Hon hevur alt tað, sum tú skalt hava fyri at vinna í taekwondo. Hon hevur styrki, smidleika og hetta girið afturat, sum er neyðugt.

Øll familjan á gólvinum

Familjan brúkar nógva tíð í høllini í skúlanum í Søldafirði. 

Tað er stuttligt, siga tey, men tað kann vera stríggið, tá øll skulu vera á somu máttu í fleiri tímar í senn, fleiri ferðir um vikuna.

 - Vit klandrast eina rúgvu, flennir Høgni Kunoy Dávason. 

 - Viðhvørt, um hon ikki ger tað nóg gott, skeldi eg hana, og nú er hon komin í tann aldurin, at hon rullar eygu, sigur hann.

 - Høgni vil fegin, at eg skal gera tað gott, so hann kemur við rættingum. Tað kann gerast eitt sindur ørkymlandi, og so blívi eg eitt sindur súr, greiðir Elinborg Kunoy Dávadóttir frá.

Samanumtikið eru kortini fleiri fyrimunir enn vansar. 

 - Tað er ræðuliga deiligt, at sleppa at sparka og sláa síni børn - lógliga also - men trupulleikin er, at tey kunnu sparka aftur, og tey sláa og sparka bæði harðari enn eg nú, sigur Noomi Kunoy Heradóttir.

 - Tað er ofta, at vit koma inn og hava hava kjakast um okkurt áðrenn, og so er tað eitt sindur ógvusligt at byrja við, og so er tað okey aftur aftaná, sigur Noomi. 


Høgni og Elinborg leggja seinastu hond á fyrireikingarnar til Small Nations-kapping í San Marino

Sí innslag omanfyri
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952