Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyameistarar í gerandisklæðum
Føroyameistarar í gerandisklæðum
KÍ hevur vunnið Betri-deildina hjá monnum og er føroyameistari fyri 20. ferð. Tað varð greitt leygarkvøldið, tá klaksvíkingar í gerandisklæðum sóu HB vinna á Víkingi
19.09.2022 - 16:38
So er tað staðfest.
KÍ hevur vunnið sítt 20. føroyameistaraheiti. Tað hendi leygarkvøldið, tá KÍ-hópurin sá arvafíggindan, HB, vinna á Víkingi á Tórsvølli.
- Hetta er tað, sum vit hava stríðst fyri, síðani vit fóru undir kappingarárið, og at vit komu á mál nú kennist øgiliga væl, sigur KÍ-liðskiparin, Jákup Biskopstø Andreasen.
Vunnu uttan at spæla
KÍ hevur nú vunnið trý meistaraheitið síðan 2019 eftir 20 ára bíðitíð.
Ta ferðina endaði alt við avgerðandi dysti ímóti B36 í Gundadali, í fjør avgjørdi KÍ á heimavølli frammanfyri ovurfegnari heimafjøld meðan hetta FM-heitið varð vunnið í gerandisklæðum.
- Júst hvussu tað hendir, ert tú ikki altíð harri yvir, men tað, sum telir, er, at tú kemur á mál, sigur 24 ára gamli KÍ-liðskiparin, sum hóast sín lutfalsliga unga aldur longu hevur spælt meir enn 200 dystir fyri besta liðið.
- Tað bleiv staðfest í Spaniastovu, og frøin var øgiliga stór, tá dómarin bríkslaði av í Havn. At vinna í vanligum klæðum er eitt sindur løgið, men líka gott kortini, sigur Jóannes Bjartalíð. Miðvallarin hevur verið ein av eyðsýndastu spælarunum hjá FM-vinnarunum í ár, og er í løtuni KÍ-toppskjútti í Betri-deildini við 14 málum.
Ein annar, sum dugir at skjóta mál, er Páll Klettskarð. 32 ára gamli framherjin fegnaðist um, at hann slapp at royna enn ein hátt at vinna upp á.
- Tað er stórt, óansæð hvussu tað hendir. Tað er heilt fantastiskt, staðfesti hann á plenuni, har KÍ-viðhaldsfólk vóru savnað fyri at fegnast saman við spælarunum.
Skulu seta eitt ordiligt punktum
Klaksvíkingar hava verið nærum einaráðandi í bestu mansdeildini í ár, og leingi hevur FM-heitið mestsum verið ein spurningur um tíð.
KÍ hevur ongan dyst tapt í ár, og bert tvær ferðir hevur ikki eydnast at vunnið í landskappingini. Í kappingini um Løgmanssteypið eru føroyameistararnir í hálvfinaluni, har fyrri dysturin ímóti 07 Vestur endaði við 2-2 javnleiki á Dungasandi.
Tí hava spælararnir ongan hug til at seta seg afturá, men eru hinvegin altráir eftir at seta tvær tjúkkar strikur undir kappingarárið 2022.
- Vit hava eina hálvfinalu afturat, har einki er avgjørt, og har vit mugu 'steppa upp' og spæla okkara besta spæl, um vit ætla okkum í finaluna, sigur Jákup Biskopstø Andreasen.
Løgmanssteypið, sum KÍ ikki hevur vunnið í seks ár, stendur heilt avgjørt ovast á ynskilistanum nú.
- Tað var ein fantastiskur dagur í '16. Tað var fyrsta gullmedaljan, sum vit - kjarnin í hesum hópinum - vunnið. Tað er nakað, sum vit droyma um at enduruppliva, sigur Páll Klettskarð.
Nógv KÍ-viðhaldsfólk vóru við Djúpumýru, har FM-vinnararnir vórðu heiðraðir
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV