Skulu hava stig - liðskiparin ivasamur

Skulu hava stig - liðskiparin ivasamur
Håkan Ericson krevur stig í Nations League-dystinum ímóti Litava, men líkt er til at tey skulu fáast til høldar uttan føroyska liðskiparan, Hall Hansson, sum er ivasamur
19.09.2022 - 18:48

Landsliðsvenjarin og liðskiparin eru á einum máli.

Føroyar skulu hava stig ímóti Litava og harvið tryggjað sær plássið í C-deildini í Nations League.

 - Tað er greitt,, at vit vóna at tryggja okkum plássið í C-deildini, við egnum úrslitið, og ikki við at bíða eftir úrslitum hjá øðrum, sigur Håkan Ericson.

 - Fái eg eitt ella trý stig ímóti Litava, eri eg væl nøgdur, sigur venjarin, og liðskiparin er samdur.

 - Teir fara helst at hugsa, at hetta er teirra møguleiki, men tað er einki at ivast í, at vit fara eftir sigrinum, sigur Hallur Hansson.

Liðskiparin ivasamur

Tað er kortini ikki vist, at føroyski liðskiparin verður á vøllinum hóskvøldið.

Hann fekk ein skaða í dysti um vikuskiftið, og tók ikki lut í fyrstu venjingini í Vilnius seinnapartin mánadagin.

 - Eg fekk eitt spark inn á knæið, og talan er um yvirstrekk, sigur Hallur Hansson.

Undan dystinum hóskvøldið er Føroyar nummar trý í bólkinum við fýra stigum, meðan Litava er aftast við ongum.

Turkaland er fremst við 12 stigum, meðan Luksemburg hevur sjey stig á 2. plássi.


Håkan Ericson vil hava stig ímóti Litava (mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870